Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Tveir ungdómar heiðraðir

Seinnapartin í dag var móttøka í kommunukontórinum, har teir av okkara røsku ungdómun vóru heiðraðir.

Talan var um Brynjar Jacobsen Poulsen og Nóa Thomsen, sum báðir framúrskaraði seg í vikuskiftinum.

Leygarkvøldið fekk Brynjar tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021. Hetta fekk hann fyri tað stóra arbeiði, sum hann gerð fyri Royn, sjálvt um hann ber brek.

Í vikuskiftinum gjørdist Nóa Thomsen nr 1 og Danmarksmeistari í 2000 m hjá u17 dreingjum við tíðini 6:52 80 og nr 2 í 200m við tíðini 00:31,90. Nóa segði at hetta er hansara besta tíð á 2000 m.

Janus Thomsen, borgarstjóri segði m.a. at tað er stórt fyri eina so lítla kommunu sum Hvalba at hava so dugnaligan ungdóm og hann endaði við at heita á hesir ungu menninar um at KOYRA Á.

Hvalbiar kommuna ynskir Brynjar og Nóa, hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum.