Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Flakakapping 2022

Bygg ein flaka og kom og sigl við honum til flakakappingina á Heygsvatni Leygardagin 13.august frá kl 16:30-19 í samband við at Hvalbiar Kommuna skipar fyri grillhugnað á spæliplássinum á Heyggi

Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum.

Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bart hugflogi kann seta markið.

Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort!

Eftir kappingina fara vit at grillað pylsur og grillspjót á økinum viđ spæliplássiđ á Heyggi.

Fyri at hava eina hylling av hvussu nógv koma viđ at grilla, verđa tit biđin um at fara inn á heimasíðuna hjá Hvalbiar Kommunu, hvalba.info har finna tit eitt leinki har møguleiki er at melda seg til tiltakið.

Meldað til seinast 8.august 2022, melda til her

So finn kreativa hattin fram og fara í gongd við at hugsa um ein flaka og byrja at byggja!

Gerast skal vart við at tá kappingin er liðugt, skulu flakarnir takast av vatninum aftur!!