Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Endurlýsing: Arbeiðsfólk til Hvalbiar Kommunu 


Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja aftaná summarfrítíðina. 

Arbeiðið verður skipað undir leiðslu av arbeiðsformanninum.

Arbeiðið umfatar:

• Maskinkoyring

• Viðlíkahald og røkt

• Kirkjugarðsuppgávur

• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:

• Hava góð samstarvsevni, fyrikomandi, røkin, vælskipað/ur, nærlagdur/løgd

• Teldukunnleika á brúkarastøði

• Opin fyri broytingum og skiftandi arbeiðstíðum

• Hegni og áhuga fyri uttanduraarbeiði

• Koyrikort til persónbil

Setanarviðurskifti:

Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við formannin í Teknisku nevnd, Ronni Hammer á tlf. 253575 ella arbeiðsformannin, John Hammer á tlf. 237572.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skuluvera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. august 2022 kl. 12.00. 

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.