Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Húsavørður til Hvalbiar skúla – farloyvisstarv

Hvalbiar Kommuna søkir eftir húsavørði til Hvalbiar skúla í tíðaravmarkað starv frá 01.02.2023 til 01.02.2024.

Arbeiðsuppgávur:

Alt vanligt húsavarða arbeiði, ið inniber røkt og umvæling av Hvalbiar skúla og økinum uttanum skúlan.  

Førleikar:

• Tú ert handaliga væl fyri og hevur góðan røkjuskap.

• Hevur gott yvirlit og góð evni at samstarva.

• Ert opin fyri broytingum í arbeiðsuppgávunum.

• Kann nýta egnan bil í starvinum.

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv. 

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við borgarstjóran, Janus Thomsen á tlf. 593336.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. januar 2023 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Húsavørður”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850  Hvalba – tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo