Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Málsviðgeri til Suðuroyar barnaverndartænastu

Suðuroyar Barnaverndartænasta søkir eftir málsviðgera í fast starv 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 01. Mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum.

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávur

  • málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn og vaksin
  • stuðla og ráðgeva familjum, børnum og ungum við avbjóðingum
  • samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar og fakbólkar
  • fyrireika mál til viðger í Barnaverndarnevndini

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum

  • hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • eru ábyrgarfull, miðvís og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • eru jalig og duga at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • tola at arbeiða undir trýsti
  • hava yvirlit, rúmlig og megnað at siga frá
  • hava góð evni at samskita í skrift og talu

Førleikakrøv

Útbúgvin sosialráðgevi ella aðra viðkomandi miðallanga útbúgving, so sum námsfrøðingur, lærari, sjúkrasystur.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, CV og revsiváttan skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu í hendi í seinasta lagi 14 Apríl kl. 12.00.

Umsókn skal sendast á teldupost jonleyge@tvoroyri.fo ella til,

Suðuroyar Barnaverndartænastu

Sornhúsvegur 22

800 Tvøroyri

Um ikki nóg nógvir kvalifiseraðir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Suðuroyar barnaverndartænasta sær rætt til at søkja av nýggjum.

Løn og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti verða eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðara fyri Suðuroyar barnaverndartænastu, á tlf. 288085 ella 611090.