Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Dagført: Skermfrí vika í Hvalbiar sókn

Í døgunum 15.-21. MAI 2023 verður skermfrí vika í Hvalbiar sókn

VIT HAVA EINA STÓRA OG FJØLBROYTTA SKRÁ TIL STÓR OG SMÁ

Mánadagin kl 18: Á sandinum í Hvalba. Vit læra eitt gamalt spæl, hugna okkum og spæla.

Týsdagin kl 18: Postarenning í Sandvík. Ein kaffimunnur verður at fáa í Ranhøll aftaná.

Mikudagin kl 18: Langbóltur í flotanum við plenuna.

Hósdagin kl 15: Túrur niðan í Disuna í Nesi. Frítt spæl og Rúni Thomsen fortelur eitt sindur frá um fuglalív. Vit møtast úti á Leitinum í Nesi.

Hóskvøldið kl 19-22: Ungdómskafé í skúlanum í Nesi, frá 7. flokki og uppeftir.

Fríggjadagin kl 15: Við Heygsvatn. Sigla við heimagjørdum spælibátum, hoppa band og lastik.

Leygardagin kl 15: Vit fara vestur í Glývur. Møtast við rættina í Heiðunum. Havi handklæð og matpakka við.

Sunnudagin kl 15: Felags útisunnudagsskúli uttan fyri Roynhøllina. Vit grilla og læna hoppiborgina hjá Royn.

Sólseturkaffi verður vesturi á Drátti okkurt kvøld, um veðrið loyvir tí. Uppslag um hetta verður hongt upp við Bakkhús, í barnagarðinum og skúlanum.