Løgtingsvalið 8. desember 2022
Brævatkvøður
Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 7.desember 2022.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 / 237571í seinasta lagi 6. desember 2022 kl. 12.00.
Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrennvalið byrjar kl. 10.00 tann 8. desember 2022.
Valkort
Við hesum verður sagt frá, at til Løgtingsvalið tann 8. desember 2022, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033 / 237571) sum skjótast.
Valstøð
Løgtingsvalið fer fram á hesum støðum hósdagin 8. desember 2022:
Hvalba og Nes: í Hvalbiar skúla
Sandvík:í skúlanum
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Hvalba, tann 29. november 2022
Valstýrini í Hvalbiar sóknar Kommunu