Hamranes og Breiðanes aftur á Hvalbiarfirði
Gleðiligt at síggja Hamranes og Breiðanes aftur á Hvalbiarfirði, nú teir eru komnir heim úr Thyborøn eftir umfatandi dagføringar, arbeiðið hevur tikið 6,5 mánaða.
Hvalbiar Kommuna vil takka leiðsluni og starvsfólkum á flakavirkinum fyri tað megnar arbeiði, har tað hevur eydnast at halda virkið koyrandi alt árið. Hettar hevur verið við til at tryggja arbeiðspláss og ikki minst, trivnað í sóknini.
Kommunan ynskir flakavirkinum bestu eydnu við virkinum framyvir. Samstundis verður ynskt Hamranes og Breiðanes góðan fiskiskap.
Hvalbiar Kommuna