Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Fráfaringarløta fyri Sigrun Berg og Jónu Jespersen

Í dag var fráfaringarløta fyri Sigrun Berg og Jónu Jespersen, sum hava arbeitt sum dagrøktarar og seinnu árini sum hjálparfólk í Barnagarðinum Brosinum í Hvalba.

Jóna Jespersen byrjaði sum dagrøktari 15. januar 2012 og hevur eisin starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum Brosinum og gavst í sept. mdr. í ár.

Sigrun Berg byrjaði sum dagdøktarmamma 15. juni 1998 og hevur síðani barnagarðurin Brosið lat upp í aug. 2017 starvast sum hjálparfólk. Sigrun Berg gavst í starvinum fyri tíð síðani.

Í dag var ein fráfaringarløta fyri teimum báðum á kommunuskrivstovuni í Hvalba, har tær fingu gávu og blómur handaðar frá borgarstjóranum, sum takkaði teimum fyri tíðina tær hava starvast hjá kommununi.