Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Páskareggjaveiðan 2025

Árliga páskareggjaveiðan verður 2. páskadag kl 10.00-13.00.

Í ár verður veiðan eftir virðisseðlum øðrvísi í tann mun, at sóknarbørn og ung saman við páskagestum 0-18 ár, við familjusambondum í sóknini, kunnu luttaka.

Tað verða 260 virðisseðlar krógvaðir ymsa staðni í sóknini, og hvør luttakari kann ogna sær ein virðisseðil.
Virðisseðlarnir verða latnir inn í býti við eitt páskaregg á Kommunuskrivstovuni millum kl 13.00-14.00, og er tað luttakarin sjálvur, sum skal koma á staðið.

20 av virðisseðlunum eru stór páskaregg.

Við vón um jaliga og góða luttøku

Vinarliga
Trivnaðarnevndin