Nú er klárt at byggja
Á bygdaráðsfundi mánadagin gav kommunan byggiloyvi til at fara undir at byggja raðhúsini vesturi á Heyggi í Hvalba.
Janus Thomsen, borgarstjóri upplýsir, at hetta eru gleðilig tíðindi, at ein privat fyritøka av Tvøroyri hevur átikið sær henda leiklutin at fara undir at byggja bústaðir í Hvalba.
Hetta fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri at seta búgv í kommununi. Eisini fer hetta at geva møguleika til fólk, sum sita í stórum húsum, har børnini eru blivin vaksin og flutt út, at kunna selja til ungar barnafamiljur og sjálvi flyta inn í nakað minni.

Sylvan Poulsen, verkætlanarleiðari greiðir frá, at teir eru spentir at fara undir byggingina og miða ímóti at fara í gongd longu í ár. Nakað av planeringsarbeiði skal gerast og síðani verður sokkul stoyptur, áðrenn timburelementini verða framleidd í komandi ári.

Sylvan Poulsen upplýsir til seinast, at áhugað longu nú kunnu seta seg í samband við hann við fyrispurningum viðvíkjandi verkætlanini.