Ung í arbeiði 2025
Eins og undarfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14-16 ár at vinna sær nakrar krónur sum ung í arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um at fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtu og vegum og so framvegis.
Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 23. juni 2025 men má ikki fylla 17 ár áðrenn 4. juli 2025.
Byrjað verður mánadagin 23. juni.
Freistin at søkja er fríggjadagin 13. juni 2025.
Melda teg til við at fylla út teigarnir niðanfyri og send tilmeldingina inn: