BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Tiltok//hvalba.fo//FO
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
BEGIN:VEVENT
UID:4603-20261121T1800@hvalba.fo
DTSTAMP:20261107T235747Z
DTSTART:20261121T180000Z
DTEND:20261121T190000Z
SUMMARY:Gandakellingin úr Skúvoy
DESCRIPTION:Nú fer hon á ferð kring landið.\n\nSøgur um sokallaðu gan
 dakellingina í Skúvoy vórðu fortaldar við undran um alt landið í se
 innu helvt av 19. øld og heilt upp í okkara tíð. Hendan konan\, sum se
 gðist at biðja ilt yvir fólki\, sum fekk bátar at ganga burtur\, sum d
 ugdi at slætta sjógv og at ganda blóðmørsindur fram á sjónum og at 
 ganda hoyggj saman\, umframt mangt\, mangt annað var hon\, Sára Malena G
 uttórmsdóttir løgd undir at hava framt. Gandur\, pátrúgv og gudsótti
  hvørt um annað var andaliga jørðildið\, sum Sára Malena vaks upp í
  og livdi í til sín deyða í 1903. Fólk óttaðust hana og illa varð 
 hon viðfarin. Av summum. Av øðrum var hon mett at vera tað hon var: Ei
 n fátøk\, einsamøll\, barnleys einkja og mangan ein dyggur stuðul hjá
  teimum\, sum onki høvdu.\nEyðun Andreassen\, sáli\, savnaði søgur\, 
 sum livdu á mannamunni og skrivaði grein um Sáru Malenu í tíðarritin
 um BRÁ í 1984. Sólrun Michelsen gjørdi hana landskenda í 2023 við sk
 aldsøguni Sára Malena – seinasta gandakellingin í Føroyum. Nú hava 
 Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð\, tvær kellingar úr ávíkavist Tva
 zz og Grugg leikbólkunum\, skapað ein einrøðuleik\, har gandakellingin
  úr Skúvoy fær orðið. Framførslur hava verið fyrr í ár\, eitt nú
  skúlavitjanir við Listaleypinum\, á Mentanardøgum í Runavíkar kommu
 nu\, á Mentanarnáttini á Tvøroyri og á deyðsdegnum hjá Sáru Malenu
  sjálvari 13. juni í ár varð frumframførsla úti í Skúvoy. Viðmæl
 ini frá áskoðarum hava verið framúr.\n\nAvmarkað pláss er til hvør
 ja sýning.\nTryggja tær longu nú atgongumerki á atgongumerki.fo\n\nLei
 kurin er uml. 60 min. til longdar uttan stegð. Aldursmark 15 ár+\n\nVæl
 komin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.\nHugskot og konsept: 
 Gunnvá Zachariasen\nLeikstjórn: Ria Tórgarð\nLeikari: Gunnvá Zacharia
 sen\nLeikrit: Kellingarnar báðar\, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapa
 ð einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen úr B
 RÁ (1984)\, Kristian OsvaldViderø Saga Skúvoyar\, Skúvoyarsøgu eftir 
 Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í F
 øroyum eftir Sólruna Michelsen\, umframt øðrum keldum og úr egnum hug
 aheimi.\nFramleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg 2026\n\nBrot 
 úr viðmælum:\n“…Gunnvá transformerar Sáru Malenu til nútíðina 
 og ger hennara einsligu\, fátæksligu og útsettu støðu í samfelagnum 
 opinbera og greiða. Í dag vildu vit kalla hana - og setta hana í hagfr
 øðisliga teigin - ekstreman fátækraváða\, sum fleiri børn í dag va
 ksa upp í….” Birgblogblogspot.com\, 13. Juni\n\n“"Gandakellingin ú
 r Skúvoy" ....Eg var so heppin at vera til frumframførsluna í dag í Sk
 úvoy. Ein vinkona og eg fóru. Og tað var so ótrúliga gott! Gunnvá va
 r heilt ótrúlig - einsamøll á palli í ein góðan tíma. Sum eg eri i
 mponerað av júst tí. Skiftir ímillum persónar gjøgnum allan leikin. 
 Og pallurin var "bara" eitt lítið gólv\, ein krakkur og ein ljósastaki
 . So imponerandi\, altso. Og søgan um Sáru Malenu\, gandakellingina\, er
  so góð og so syrgilig. Eg bæði flenti og græt. So eg vil ráða tykk
 um til at fara\, vinir. Leikurin verður at síggja í heyst\, sum eg skil
 ti. Farið!” Miriam Nolsøe Johannesen á Facebook 13. Juni.\n\nhttps://
 hvalba.fo/tiltak/gandakellingin-ur-skuvoy/?tiltok_dato=2026-11-21
URL:https://hvalba.fo/tiltak/gandakellingin-ur-skuvoy/?tiltok_dato=2026-11-
 21
LOCATION:Ranhøll
BEGIN:VALARM
TRIGGER:-PT24H
ACTION:DISPLAY
DESCRIPTION:Gandakellingin úr Skúvoy
END:VALARM
END:VEVENT
END:VCALENDAR
