Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Stórur áhugi fyri íbúðarbygging í Hvalba

Í kvøld var bjóða til framløgu um møguleikar fyri at byggja íbúðir á Snæbjarnavegi í Hvalba.

Tað var Jens Christian Joensen, sum stóð fyri tiltakinum og ikki kann sigast annað enn at undirtøkan fyri tiltakinum var sera góð. Uml. 70 fólk vóru komin saman í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla.

Jens Christian greiddi frá um teir tankar, sum eru gjørdi at byggja 7 íbúðir á einum øki á Snæbjarnarvegi í Hvalba.

Niðanfyri er nakrar gjørdar myndir at teimum tankunum, sum vóru.

Jens Christian greiddi frá at so sum tankin er, so kann hetta antin gerast sum eigara- ella lutaíbúðir. Alt eftir hvat áhugin verður fyri tí.

Ein greið niðurstøða er at tørvurin á slíkum íbúðum er sera stórur, tí torført er at fáa hús til keyps ella leigu í Hvalba.

Jens Christian sigur at arbeitt verður víðari við hesum og um fólk eru áhugaði, so kunnu tey venda sær til joensen09@gmail.com ella á 216454.