Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Arbeiðsfólk til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja aftaná summarfrítíðina.

Arbeiðið verður skipað undir leiðslu av arbeiðsformanninum.

Arbeiðið umfatar:

• Maskinkoyring

• Viðlíkahald og røkt

• Kirkjugarðsuppgávur

• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:

• Hava góð samstarvsevni, fyrikomandi, røkin, vælskipað/ur, nærlagdur/løgd

• Teldukunnleika á brúkarastøði

• Opin fyri broytingum og skiftandi arbeiðstíðum

• Hegni og áhuga fyri uttanduraarbeiði

• Koyrikort til persónbil

Setanarviðurskifti:

Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við formannin í Teknisku nevnd, Ronni Hammer á tlf. 253575 ella arbeiðsformannin, John Hammer á tlf. 237572.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skuluvera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. juli 2022 kl. 12.00.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850 Hvalba  –  tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo