Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Nýggj heimasíða

Hvalbiar Kommuna hevur í dag fingið nýggja dagførda heimasíðu.

Síðan, sum nú verður tikin burtur, hevur koyrt í nøkur ár og var tí mett at tíð var at fáa eina nýggja dagførda síðu.

Tað er okkara vón at nýggja síðan verður væl móttikin. Vit fara komandi tíðina at dagføra ymiskt á síðuni, so borgarin kann fáa eina so góða uppliving sum gjørligt.