Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Námsfrøðingur til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Søkt verður eftir námsfrøðingi á 30 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum 01.11.22 – 01.11.23

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Okkum tørvar námsfrøðing sum kann leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. 

Vit vænta at

  •  tú ert álítandi og tekur ábyrgd

  •  tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

  •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

  •  tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

  •  tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða

Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsing um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. oktober 2022 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580