Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Nýggjan sløkkiliðsbil

Hvalbiar Kommuna hevur fingið nýggjan sløkkiliðsbil, sum bleiv keyptur fyrr í ár. Bilurin hevur verið riggaður til í eina tíð har millum annað sløkkiliðsúgerð er sett í bilin. 

Bilurin er keyptur av felags brunaliðnum fyri Suðuroyar norðari helvt, sum umfatar Tvøroyrar Kommunu, Hvalbiar Kommunu og Famjins Kommunu. 

Bilurin er væl úgjørdur og hevur millum annað ein 500 liturs tanga við vatni og hátrýstpumpu við skúmanleggið. Eisini hevur hann kobling til at seta á brandpostarna umframt pláss til 2 roykkavararar í bilinum 

Sambart brandleiðarinum, Anfinn Leo Hammerfoss er hettar ein framhaldandi liður, í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy. 

Bilurin kemur at hava sítt fasta pláss í Hvalba.