Arbeiðsfólk til Hvalbiar Kommunu
Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki.
Arbeiðið verður skipað undir leiðslu av arbeiðsformanninum.
Arbeiðið umfatar:
- Viðlíkahald og røkt
- Kirkjugarðsuppgávur
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv:
Hava góð samstarvsevni, fyrikomandi, røkin, vælskipað/ur, nærlagdur/løgd
Opin fyri broytingum og skiftandi arbeiðstíðum
Hegni og áhuga fyri uttanduraarbeiði
Koyrikort til persónbil
Setanarviðurskifti:
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við formannin í Teknisku nevnd, Ronni Hammer á tlf. 253575 ella arbeiðsformannin, John Hammer á tlf. 237572.
Umsókn:
Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. apríl 2023 kl. 12.00.
Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.
Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850 Hvalba – tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo