Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

KUNNGERÐ: Um broyting í byggisamtyktini fyri Hvalbiar kommunu

Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Hvalbiar kommunu er samtykt av bygdaráðnum tann 27. februar 2023.

Uppskotið liggur frammi til alment eftirlit frá 14. apríl 2023 til og við 5. mai 2023.

Broytingin snýr seg um at broyta í kortpartinum til byggisamtyktina, har ein víðkan av umráðispartinum D: Havnarøki, skal heimila, at fyllast kann út á sjógv í Nesi, frammanfyri kommunalu ognini matr.nr. 80a, Hvalba, soleiðis at ein landstøð kann verða bygd á tað uppfylta sjóøkið.

Eisini snúgva broytingarnar seg um at umorðan av ásetingunum í kap. 2, § 5, stk. 1 og 4, fyri umráðispartin D: Havnarøki. Har verður í § 5, stk. 1, nágreinað, at í umráðispartinum D: Havnarøki, er heimilað at byggja landstøð til alivirksemi, og í § 5, stk. 4 er nýggj áseting um, at byggivaldið kann geva loyvi til, at landstøðir, egningarskúrar o.a., sum hevur beinleiðis samband við sjógvin, kann koma nærri bryggjutrom enn 10m.

Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni, Bíarvegur 2, 850 Hvalba. Opið er mánadag og tórsdag frá kl. 10:00 – 15:00. Broytingaruppskotið liggur eisini á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu, www.hvalba.fo

Møgulig mótmæli móti uppskotinum ella broytingaruppskot skulu verða send bygdaráðnum skrivliga innan 26. mai 2023.

Hvalba, tann 12. apríl 2023

Hvalbiar kommuna