Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu

•  Námsfrøðingar til barnagarðstovur og vøggustovu á 30 – 40 tímar um vikuna. 

    Námsfrøðingar til frítíðarskúla á 25 – 27 tímar um vikuna.

 •  Námsfrøðiligan stuðul til barn í barnagarðstovu, á 30 tímar um vikuna fram til 01.07.24.

 •  Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Stovnurin

Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.

Vit vænta av umsøkjarum at

    tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar

    tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

  •  tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

  •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

    tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

  •  tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga

  •  tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum. Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við barnaváttan, prógv, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi onsdagin 7. juni 2023  kl.12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo