Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Arbeiðsformaður til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur:

Formaðurin hevur ábyrgd av arbeiðstoyminum, sum tekur sær av rakstri, viðlíkahaldi, íverksetan og uppfylgjan av verkætlanum innan tekniska økið í kommununi, herundir kloakk, vegakervi, bygningar, kommunal amboð o.a. 

Arbeiðsformaðurin skal m.a.:

• Vera bindilið millum arbeiðstoymið og umsitingina.

• Raðfesta ymsu arbeiðini saman við umsitingini og starvsfólkunum.

• Tryggja høga góðsku á íverksettum arbeiðum.

• Uppmáta og skráseta tekniskar leiðingar.

Førleikar:

• Tú hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.

• Tú hevur gott yvirlit og góð evni at samstarva.

• Tú hevur viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði.

• Tú hevur góðar telduførleikar ella vilt menna hesar.

• Handverkaraprógv ella onnur viðkomandi útbúgving kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv. Umsøkjarin má tola skiftandi arbeiðstíðir. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við borgarstjóran, Janus Thomsen, á tlf. 593336.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Arbeiðsformaður til Hvalbiar Kommunu.”

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850  Hvalba – tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo