Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Arbeiðsfólk til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðið umfatar:

• Rottutýning sambært galdandi reglum

• Gravara- og kirkjugarðsuppgávur

• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:

• Hava góð samstarvsevni, fyrikomandi, røkin, vælskipað/ur, nærlagdur/løgd

• Teldukunnleika á brúkarastøði

• Opin fyri broytingum og skiftandi arbeiðstíðum

• Hegni og áhuga fyri uttanduraarbeiði

• Koyrikort til persónbil

Setanarviðurskifti:

Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við formannin í Teknisku nevnd, Ronni Hammer á tlf. 253575.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skuluvera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023 kl. 12.00. 

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850 Hvalba  –  tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo