Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Reingerðarfólk til Hvalbiar skúla

Hvalbiar Kommuna søkir eftir tveimumreingerðarfólkum til Hvalbiar skúla at byrja skjótast gjørligt. 

Størvini umfata dagliga reingerð á skúlanum 3 tímar um dagin aftaná skúlatíð.

Vit sóknast eftir reingerðarfólkum, sum eru:

• Nærløgd í sínum arbeiði.

• Fyrikomandi.

• Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.

• Hava góðan røkjuskap.

Setanarviðurskifti:

Hvørt starvið er 15 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Janus Thomsen, borgarstjóra á tlf. 593336.

Umsókn:

Umsóknir saman við CV og viðmælum skulu veraHvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 2. januar 2024kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.