Rudda Føroyar 2024
Afturvendandi átakið, Rudda Føroyar, verður í Hvalbiar kommunu 21. september.
Í ár verður átakið skipað eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Trý økir í kommununi verða ruddaði.
Hesi eru: Undir Eggjalandi í Sandvík, við Kjógvavatn í Nesi og Kolavegurin.
Øll, ið vilja verða við at rudda, kunnu møta á hesum økjum leygardagin 21. september frá kl.11.00 til 13.00.
Kommunan útflýggjar handskar og posar við økini. Eisini fæst okkurt drekkandi og frukt.
Hvalbiar Kommuna hevur verið við í átakinum, Rudda Føroyar, í nøkur ár, og plagar væl av fólki at møta upp, og tað eru okur takksom fyri.