Spæliplássið á Heyggi verður dagført
Hvalbiar kommuna fer nú undir tiltrongdar dagføringar á spæliplássinum á Heyggi.
Í samband við dagføringina verður sandkassin tikin burtur, og í staðin verður ein lítil fótbóltsvøllur gjørdur. Gynguhestarnir verða skiftir út, og eitt nýtt klatritorn verður sett upp mitt á spæliplássinum har sum holið er.
Trambolinin verður eisini sett upp aftur, og nýtt fallundirlag verður lagt á fyri at økja um trygdina hjá børnunum.
Veitarin kemur suður í næstum at montera.