Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Barnaansing

Dagstovnurin Brosið er ein kommunalur stovnur og lat upp 31.08.2017.
Stovnurin hevur sera góðar karmar, og liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan. Vit hava eitt stórt spælipláss, har børnini hava góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar, alt eftir sínum aldri og førleikum.
Á stovninum er 1 vøggustova við børnum 0 – 3 ár, 2 barnagarðsstovur við børnum 3 – 7 ár og frítíðarskúli fyri børn í 1. 2. og 3. flokki.
Vit hava ein skúlabólk, sum er saman einaferð um vikuna.

Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl. 7.30 til 17.00.
Vit ynskja, at børnini eru á stovninum í seinasta lagi kl. 9.30. Um barnið kemur seinni, mugu foreldrini ringja ella skriva eini boð til stovuna áðrenn kl 9.30 og gera eina avtalu við starvsfólki.

Ansingargjøld í Brosinum

Vøggustovupláss kr. 1.800,- um mðr. í 11 mðr.
Barnagarðspláss kr. 1.700,- um mðr. í 11 mðr.

Juli mánaður er gjaldsfríur
Gjaldast skal fyrst í mánaðinum, við fastari flyting.
Systkinaavsláttur
Dýrasta plássið skal gjaldað 100 %
2. dýrasta 75 %
3. dýrasta 50 %
4. dýrasta 25 % gjald av fulla gjaldinum
Foreldur kunnu søkja um frípláss. Søkjast skal innan 1. juli á hvørjum ári. Umsóknarblað er at fáa frá leiðaranum, og kann eisini printast út á heimasíðuni hjá kommununi.
Skal eitt stovnspláss sigast upp, hava foreldur 1 mánað uppsagnarfreist, galdandi frá 1. í einum mánaði. Eitt stovnspláss kann uppsigast vegna vantandi gjald. Um eftirstøðan ikki verður goldin, ella skrivlig avtala ikki fyriliggur um afturgjalding av hesari, kann stovnsplássið uppsigast eftir 3. mðr.