Barnatannarøktin
Barnatannarøktin í Tvøroyrar Kommunu bjóðar øllum børnum og ungum í Hvalba tannarøkt til og við 17. ár. Børnini koma til kanning 10. hvønn mánaða. Er nakað viðgerðarkrevjandi, verður ringt heim og avtalað ein tíð til viðgerð.
Børnini eru fyrstu ferð til kanningar tá tey eru fylt 3 ár.
Tannarøktarnir eru úti á skúlunum og vitja 4. flokk, og geva undirvísing um tenn og kost eina ferð um árið.
Eisini verður bustað saman við 4. flokki 6 ferðir um árið. 7. flokkarnir verða vitjaðir fyri at fortelja teimum um caries, kost og tanntráð.Tannarøktarnir vitja eisini heimini saman við heilsusystrini tá børnini eru umleið 4-6 mánaðir, har kunning verður givin um tenn, tannbusting, kost, suttuvanar o.a. Í 4. flokki verða øll børnini visiteraði av sertannlækna, fyri at kanna um tørvur er á tannrætting.
Er tørvur á tannrætting, fer viðgerðin fram her á tannlæknastovuni.