Námsfrøðingur til Dagstovnin Brosið í Hvalba
Søkt verður eftir námsfrøðingi á 30 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum 01.11.22 – 01.11.23
Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.
Okkum tørvar námsfrøðing sum kann leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.
Vit vænta at
• tú ert álítandi og tekur ábyrgd
• tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi
Vit kunnu bjóða
Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.
Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.
Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsing um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. oktober 2022 kl. 12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580