Námsfrøðiligur stuðul til Dagstovnin Brosið
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Starvið er 30 – 35 tímar um vikuna til barn, ið gongur í vøggustovu. Sum stuðul kemur tú at hava tætt samstarv við starvsfólkini á stovuni og foreldrini. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og gevandi starv, har tú verður tætt knýtt/ur til eitt barn
• eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og nýta tínar dygdir
• at tú verður partur av góðum og dugnaligum starvsfólkum
• at tú kemur at fáa vegleiðing og kemur at samstarva tvørfakligt
Vit vænta, at tú:
• kann hjálpa barninum í tess menning og stuðla í gerandisvirksemi
• tekur ábyrgd og kann skapa tryggleika fyri barnið
• hevur ein jaligan hugburð og dugir at síggja møguleikar
• kann samstarva tvørfakligt
• kanst leggja eina námsfrøðiliga ætlan eftir barnsins tørvi
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580
Umsókn saman við prógvi, cv og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 9.november 2026 kl.12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo