KUNNGERÐ: Um broyting av byggisamtykt – dagføring kort
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður hervið gjørt kunnugt, at bygdarráðið í Hvalba á fundi tann 21.11.2022 hevur samtykt hesar broytingar til byggisamtyktina fyri kommununa.
- Húsvegur á Hamranesi verður broyttur til at steðga við byrjan av matr. nr. 390a øki D: havnarøki.
- Smiðjan á matr. nr. 200a, Hvalba verður broytt frá øki B:sethúsaøki til øki E:almennar tænastur.
- Umleið 200 m2 av matr. nr. 523 á Hólum verður broytt til B:sethúsaøki.
- Bátahylur á Hamranesi – broyting sambært tekningum.
- Matr. nr. 3a, 390f, 218a og 128a á Hamranesi, verða broytt frá øki J:landbúnaður til øki C:vinnuøki.
- Matr. nr. 525b á Heyggi verður broytt frá øki J:landbúnaður til øki C:vinnuøki.
- Umleið 224 m2 av matr. nr. 434g við kirkjuna í Sandvík verður lagt út til øki P:bilstøðlar.
- Matr. nr. 462a og 513 í Sandvík verða broytt frá øki J:landbúnaður til øki D:havnarøki.HHH
- 338 m2 av matr. nr. 456b í Sandvík verður broytt frá øki G:frílendi til øki B:sethúsaøki.
- Miðstaðaøki – broytast til miðstaða(r)øki.
- 50 m2 av matr. nr. 178a, Hvalba verður broytt frá øki J:landbúnaður til øki B:sethúsaøki.
- 2.082 m2 av matr. nr. 131d, Hvalba verður broytt frá øki J:landbúnaður til øki B:sethúsaøki.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingarnar, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni til alment eftirlit í tíðarskeiðinum frá 16. januar til og við 5. februar 2023.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvalbiar Kommunu skrivliga seinast 6 vikur frá kunngerðardegnum, ella áðrenn 27. februar 2023.
Hvalbiar Kommuna
www.hvalba.fo
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo