Reingerðarfólk til Hvalbiar skúla
Hvalbiar Kommuna søkir eftir tveimumreingerðarfólkum til Hvalbiar skúla at byrja skjótast gjørligt.
Størvini umfata dagliga reingerð á skúlanum 3 tímar um dagin aftaná skúlatíð.
Vit sóknast eftir reingerðarfólkum, sum eru:
• Nærløgd í sínum arbeiði.
• Fyrikomandi.
• Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.
• Hava góðan røkjuskap.
Setanarviðurskifti:
Hvørt starvið er 15 tímar um vikuna.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Janus Thomsen, borgarstjóra á tlf. 593336.
Umsókn:
Umsóknir saman við CV og viðmælum skulu veraHvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 2. januar 2024kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.
Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.