Skráin til kommunufundin 23. oktober
Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 23. oktober 2023 kl. 16.30.
Fundarskráin er:
- Skriv frá Gunnhild Mortensen viðv. bygdarráðssessinum.
- Umsókn um stuðul frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
- Umsókn um stuðul til kappingarárið 2024 frá bóltfelagnum ROYN.
- Umsókn um stuðul frá Bygdarfelagnum á Rananum.
- Umsókn um sundurbýti millum matr. nr. 147f og 219c, Hvalba.
- Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 319, Hvalba.
- Tilboð uppá skelti/búmerki til Hvalbiar skúla.
- Innkomið tilboð uppá liðugtgerð av skrásetingum.
- Innkomið tilboð frá Sp/f Munin uppá víðkan av skrásetingarskipanum.
- Fíggjarætlan 2024 – 1. viðgerð.
- Ikki almenn mál.