Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Lítla Dímun lýst sum serliga vandamikið økið

Hagastýrið fyri Lítla Dímun hevur við skrivi dagfest 30. November 2024 við tilvísing til § 10 í løgtingslóg nr. 66 frá 30. maj 2024 um burðadygga ferðavinnu sent áheitan til Hvalbiar kommunu, at kommunan ásetur reglur um, at tað bara skal vera loyvt at ferðast út í Lítlu Dímun saman við staðkendum fólki, og at oyggin annars verður lýst sum serliga vandamikið økið.

Kommunan hevur á kommunustýrisfundi tann 11. december 2024 viðgjørt málið og hevur samtykt at ganga áheitanini frá hagastýrinum fyri Lítla Dímun á møti.

Uppskot til løgtingslóg um burðadygga ferðavinnu bleiv í mars 2024 lagt fyri løgtingið.

Í uppruna uppskotinum var tað landsstýrismaðurin, sum skuldi umsita ásetingina í § 10 í lógini. Undir tingviðgerðini bleiv lógaruppskotið broytt soleiðis, at tað bleiv ein kommunal uppgáva at áseta reglur eftir § 10 í lógini.

Í upprunaligu viðmerkingunum til hesa lógargrein blev sagt soleiðsi: “Øll ferðsla í haganum kann vera vandamikil,og tí verður altíð ferðast undir egnari ábyrgd. Onkustaðni kann tó vera serliga hættisligt at fara, um ein ikki er staðkendur. Í slíkum førum kann landsstýrisfólkið áseta reglur um, at øll, sum ferðast í økinum,skulu hava onkran staðkendan við sær. Við staðkendum fólki verður hugsað um fólk, sum kenna umstøðurnar á staðnum og eru von at ganga har. Somuleiðis kann tað summastaðni vera vandamikið at ferðast í t.d.myrkri ella hálku, og í slíkum førum kann landsstýrisfólkið eftir stk. 2 steingja økið ávísar tíðir á samdøgrinum ella árinum.Slíkar avmarkingar eru ikki galdandi fyri tey, sum í landbúnaðarørindum eru í økinum.”

Sum nevnt, so bleiv lógaruppskotið broytt undir tingviðgerðini. Um grundgevingarnar fyri at broyta § 10 soleiðis, at avgerðarrætturin bleiv lagdur til kommunurnar sigur vinnunevdin soleiðis: “Við broytingini verður tað kommunan í samráð við bóndan, sum ásetur reglur um trygd heldur enn landsstýrisfólkið. Mett verður, at kommunan og bóndin eru tey, ið kenna økið best, og tí eru best før fyri at meta um trygd og vanda í økinum”.

Ásetingin í § 10 í lógin gevur sostatt kommununi í samráð við bóndan heimild til at áseta reglur, um at tað í økjum, har tað er serliga vandamikið er at ferðast, bara skal vera loyvt at ferðast saman við staðkendum fólki.

Kommunan kann eisini áseta, at serliga vandamikil øki av trygdarávum skulu vera heilt ella partvíst stongd fyri ferðslu ávísa tíð á árinum ella samdøgrinum.

Hagastýrið fyri Lítla Dímun hevur víst á, at Lítla Dímun er brattlendi, og at tað ikki er forsvarligt hjá fremmandum at fara út í oynna uttan saman við staðkendum fólki.

Lítla Dímun hevur seinastu árini undir skipaðum og tryggum kørmum ment eina ferðavinnu, sum tekur atlit til trygd og náttúruna á staðnum. Hagastýrið vísur eisini á, at óskipa ferðsla út í oynna kann gera skaða á náttúruna og djóralívið í oynni. Eisini verður víst á, at tað eru avbjóðandi streymviðurskifti kring oynna.

Hvalbiar kommuna tekur undir við, at umstøðurnar í Lítlu Dímum eru soleiðis háttaðar, at tað er vandamikið hjá fremmandum fólki at fara út í oynna, og at øll ferðsla í oynni tí bert eigur at fara fram saman við staðkendum fólki.

Viðvíkjandi spurninginum um at lýsa oynna sum serligt vandamikið økið skal kommunan viðmerkja, at kommunan skilur áheitanina soleiðis, at ásetingin um at øll ferðsla út í oynna bert kann fara fram saman við staðkendum, skal vera galdandi alt árið.

Avleiðingin av, at kommunan ásetur, at ferðsla út í oynna bert kann fara fram saman við staðkendum fólki merkir samstundis, at oyggin harvið er stongd fyri allari almennari ferðslu alt árið.

Løgtingslóg um burðadygga ferðavinnu hevur ikki ásetingar um hvussu slíkar samtyktar reglur skulu almannakunngerðast. Hvalbiar kommuna hevur tí avgjørt at almannakunngerða avgerðina við lýsing í bløðunum og við uppslagi á vanligu støðunum í kommununi.

Samsvarandi hesum, hevur Hvalbiar kommuna á kommustýrisfundi tann 11. december 2024 samtykt fylgjandi: Samsvarandi § 10 í løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 hevur Hvalbiar kommuna tikið avgerð um, at tað bara er loyvt at ferðast í Lítlu Dímun saman við staðkendum ferðaleiðara. Samtyktin fær gildið beinanvegin og er galdandi til onnur avgerð er tikin. Forboðið at ferðast í oynni uttan ferðaleiðara er galdandi alt árið.

Hetta verður við hesum gjørt kunnugt.

Hvalba, tann 11. december 2024