Eini 70 fólk skeiddu í Toftabrekkuni
Í gjárkvøldi, var gott vetrarveður og nógv fólk vóru og hugnaði sær í Toftabrekkuni.
Eitt afturvendandi tiltak, sum Hvalbiar Kommuna skipar fyri er at bjóða heitt kakao og okkurt gott afturvið. Soleiðis var eisini í gjárkvøldið.
Eini 70 børn, ung og vaksin vóru komin saman at skreiða og hugna sær.