Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

ABC-ÁTØK Á YMSUM PALLUM

Í vikuni var fundur millum ABC-samskiparar, okkara ABC-samskipari, Maud Egholm Joensen, greiddi millum annað frá um hvat gjørt verður í Hvalbiar Kommunu.

Sum ein partur av, at vera ABC samskipari fyri Hvalbiar Kommunu, eri eg við til ABC fundir ið Heilsustýri skipar fyri. Har allir ABC samstarvsfelagar møtast 4 ferðir um árið. Har vit hoyra um nýggjar granskingar, hvussu onnur bæði lond og samstarvsfelagar arbeiða við ABC átakinum.

Hesaferð var eg so heldig at blíva spurgd um eg kundi leggja fram um okkara arbeiði við ABC.

Eg valgdi tí at leggja fram um gongdina hesi 5 árini.

Hvussu umráðandi tað er at hava eldsálir, ið brenna fyri trivnaði, eina kommunu ið stuðlar hugskotum og hvussu væl bygdafólkið hevur tikið ímóti átakinum. Sum tað nýggjasta, kalendarin á heimasíðuni hjá Kommununi, soleiðis at betur er at hava yvirblik yvir øll tiltøkini. Tey eru nógv í tali

VER VIRKIN, VER SAMAN, VER HUGBUNDIN

ABC fyri sálarligari heilsu, skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga:

ABC-ÁTØK Á YMSUM PALLUM

Samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu hittust í síðstu viku til samstarvsfund, har yvirskipaða evnið fyri dagin var at taka samanum ymisku ABC átøkini, sum vóru í 2024.

Heilsustýrið legði fram um, hvussu ABC vikan, Virkin oktober álmanakkarnir og herferðin “Sløkkið saman” eydnaðust. Verður hugt at útbreiðsluni, so var “Sløkkið saman” herferðin ómetaliga væl móttikin, og filmurin varð deildur um 900 ferðir á sosialu miðlunum. Herferðin hevði til endamáls at samantvinna ABC boðskapin við evnið skíggjar, og tí varð eggjað til í felag at leggja skíggjan meira til síðis og gera ABC virksemi.

Í Hvalbiar kommunu hava tey skipað seg við einum sjálvbodnum borgara, ið virkar sum ABC-samskipari fyri kommununa. Saman við kommununi skipaði ABC-samskiparin við hugskotum og góðari hjálp frá bygdarfólki fyri eini rúgvu av trivnaðarátøkum í fjør, ið vóru væl móttikin. Harumframt hava tey gjørt eitt yvirlit á heimasíðuni hjá kommununi yvir øll trivnaðartiltøk, so borgarin fær lætta atgongd til eitt yvirlit yvir virksemi, ið ein kann taka lut í.

ABC-samskiparin á Psykiatriska deplinum legði fram um, hvussu ABC-toymið hjá teimum røkkur út á deildirnar við ABC boðskapunum og sálarliga heilsufremjandi tilgongdini. Dentur verður lagdur á at síggja tilfeingið hjá tí einstaka og týdningin av at styrkja sálarligu heilsuna, hóast ein hevur avbjóðingar. Ymisk tiltøk eru gjøgnum árið, ið verða knýtt at ABC, og skipað verður á hvørjum ári fyri eini innanhýsis ABC viku, ið skapar eitt serligt huglag á deplinum.

ABC-samskiparin í Ítróttasambandi Føroya legði fram um ABC vikuna hjá teimum, sum varð skipað sum opið hús við ítróttagreinum á Torginum í SMS. Hetta ger tað meira atkomuligt hjá borgarum, ið vanliga ikki møta upp í ítróttarfeløgum, at royna nýggjar ítróttagreinar. Harafturat greiddi hon frá, hvussu ABC er partur av Skúlaleikum og deildi møguligar ætlanir fyri at fáa meira rørslu inn í føroyska samfelagið.

Hvørt ár savna vit eftirmetingar frá samstarvsfeløgum í ABC fyri sálarliga heilsu fyri at fáa betri innlit í, hvat eydnast hjá teimum, hvørjar avbjóðingar eru, og hvørji átøk hava verið á skrá. Fulltrúi í Heilsustýrinum legði samlaðu úrslitini fram, sum m.a. vísa, at samstarvsfelagar sum heild eru sera fegnir um at vera partur av ABC fyri sálarliga. Teir gleðast um og fáa íblástur av at taka lut í ABC samstarvsfundum, og tiltøkini, tey skipa fyri, eydnast sum heild væl. Yvirskipað er høvuðsavbjóðingin at finna meiri tíð og tilfeingi til at arbeiða meira við ABC fyri sálarliga heilsu. Fleiri samstarvsfelagar kundu hugsað sær at fingið fleiri fólk at arbeitt við ABC, og at fingið enn fleiri samstørv í lag við aðrar ABC samstarvsfelagar, feløg og onnur í nærumhvørvinum.

Myndir frá degnum: