Páskareggjaveiða 4. apríl
Aftur í ár kunnu børn, í øllum aldri upp til 18 ár, búsitandi í Hvalbiar Sókn, ogna sær eitt páskaregg.
Tó í einum øðrvísi hami enn undanfarnu ár. Vit hava avgjørt at avmarka nøgdina av páskareggum til 1 stk. pr. barn. So flest børn fáa møguleikan at ogna sær eitt egg.
Í ár verða tað goymdir 150 posar runt alla sóknina. Í posanum er ein virðislepi, ið barnið skal lata inn í Roynhøllini fyri at fáa útflýggja eitt páskaregg.
Leitast kann ímillum kl. 7-15
Páskareggini kunnu heintast í Roynhøllini ímillum kl. 16-18
Trivnaðarnevndin