Tilbúgving
Í 2008 fekk Hvalbiar Kommuna nýggjan útgerðarsløkkiliðsbil. Hesir er partur av tilbúgvingini um so er at eldur kemur í. So kann hesin bilurin verða fyrstur á staðið. Hann er útgjørdur við m.a. roykkavara útgerð og slangum.
Hvalbiar Kommuna hevur eisini samstarvsavtalu við sløkkiliðið á Tvøroyri, so tað rykkjir út um so er at óhappið er út.
Í Hvalba og Sandvík er eisini sera vælvirkandi deild av Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB). SNB hevur útgerðarstøð í Agnavík í Nesi í Hvalba og stendur bjargingarbáturin Royndin eisini fast í Agnavík.
Claus Olsen er formaður fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
Um ein hevur brúka fyri bjargingarfelagnum, t.d. í samband við illveður ella annað, skal ringjast til 112.