Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Løgtingsvalið 8. desember 2022

Brævatkvøður

Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 7.desember 2022.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 / 237571í seinasta lagi 6. desember 2022 kl. 12.00.

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrennvalið byrjar kl. 10.00 tann 8desember 2022.

Valkort

Við hesum verður sagt frá, at til Løgtingsvalið tann 8. desember 2022, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033 / 237571) sum skjótast.

Valstøð

Løgtingsvalið fer fram á hesum støðum hósdagin 8. desember 2022:

Hvalba og Nes: ​​í Hvalbiar skúla

Sandvík:​​í skúlanum

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Hvalba, tann 29. november 2022

Valstýrini í Hvalbiar sóknar Kommunu