Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Myndir: Skermfrí vika í Hvalbiar sókn

Skermfrí vika í Hvalbiar sókn er nú av, ein vika við nógvum felags tiltøkum og ongari ella nógv skerdari skermtíð.

15. – 21. mai var skermfrí vika í Hvalbiar sókn og var alla vikuna skipa fyri ymiskum felags tiltøkum, bæði fyri børn og vaksin.

Tað vóru tær fýra, Amy Thomsen, Alice Tausen, Lilja Schrøter og Susie Norðberg, sum komu við hugskotinum um at hava hesa vikuna. Saman við Maud Egholm Joensen, ABC samskiparar, í Hvalbiar Kommunu, skipaðu tær fyri einari breiðari viku við tiltøkum á sandinum, gongutúrum, postarenning og felags sunnudagsskúla við grilling.

Tær 5 fóru eisini inni í hetta við heilum hjarta og sløktu sína snildfon sunnukvøldið og hava síðani brúkt eina vanliga knøttatelefon hesa vikuna.

Fleiri hava eisini gjørt sum tær og onnur hava roynt at avmarkað sína skermnýtslu hesa vikuna.

Tær vilja takkað øllum fyri, sera góða undirtøku. Fyri alla hjálp frá sóknarfólkinum og eisini takkað stuðlunum til hetta tiltakið.

Og tá nú øll kunnu fara í skermarnar aftur, so vilja vit her deila myndir frá teimum flestu tiltøkunum, sum vóru hesa vikuna.