Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Ung í arbeiði 2023

Eins og undarfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14-16 ár at vinna sær nakrar krónur sum ung í arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um at fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtu og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 26. juni 2023 men má ikki fylla 17 ár áðrenn 21. juli 2023.

Alt eftir, hvussu stórur áhugin er fyri tilboðnum, sleppa tey til arbeiðis tvær vikur hvør.

Byrjað verður mánadagin 26. juni.

Freistin at søkja er fríggjadagin 16. juni 2023 kl. 15.00.

Um spurningar eru, kann ein venda sær til Eir J. Nordberg á tlf. 270712 ella senda teldupost á eir@hvalba.fo

Melda teg til við at fylla út teigarnir niðanfyri og send tilmeldingina inn:

Ung í arbeiði
Skriva títt fulla navn
Um tú ikki áður hevur verið í starvi hjá Hvalbiar Kommunu, skalt tú skriva títt p-tal
Um tú ikki áður hevur verið í starvi hjá Hvalbiar Kommunu, skalt tú skriva títt kontonummar her