Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Vatnmeistari til Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar Kommuna søkir eftir vatnmeistara at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur:

Vatnmeistarin hevur ábyrgd av rakstri og samskipan av øllum vatnverkunum í Hvalbiar Kommunu. 

Harumframt skal vatnmeistarin taka sær av øðrum kommunalum uppgávum undir leiðslu av arbeiðsformanninum. 

Vatnmeistarin skal m.a.:

• Hava eftilit við og viðlíkahalda vatnverkini.

• Útbyggja vatnkervið.

• Samskifta við veitarar og borgarar um vatnverkini og vatnveitingar.

• Hava ábyrgd av og umsita amboð, maskinur og bygningar,knýtt av vatnverkunum.

• Skráseta verandi og komandi vatnleiðingar.

Møguleiki verður fyri at luttaka á viðkomandi skeiðum innan arbeiðsøkið. 

Førleikar:

• Tú ert handaliga væl fyri og hevur góðan røkjuskap.

• Tú hevur gott yvirlit og góð evni at samstarva.

• Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

• Tú kanst nýta egnan bil í starvinum.

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv. Talan er um bæði dag- og vaktararbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Umsøkjarin má tí tola skiftandi arbeiðstíðir. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við borgarstjóran, Janus Thomsen, á tlf. 593336.

Umsókn:

Skrivligar umsóknir við avriti av møguligum prógvum og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Vatnmeistari til Hvalbiar Kommunu.”

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850  Hvalba – tlf. 375033                  
 T-post: hvalba@hvalba.fo