Hvalbiar kommuna heiðraði starvsfólkum
Tað var borðreitt við kaffi og køkum tá Hvalbiar Kommuna í gjár heiðraði starvsfólkum í barnagarðinum, kvøldskúlanum, vaskifólkum og arbeiðsfólki annars fyri trúgva tænastu fyri Hvalbiar Kommunu.
Eisini var ynskt teimum nýggju starvsfólkunum til lukku við størvinum.
Borgarstjórin handaði í hesum sambandi blómur og gávur til starvsfólkið.
Her eru nakrar myndir frá løtuni í dag.