Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Skráin til kommunufundin 23. oktober

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 23. oktober 2023 kl. 16.30.

Fundarskráin er:

  1. Skriv frá Gunnhild Mortensen viðv. bygdarráðssessinum.
  2. Umsókn um stuðul frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
  3. Umsókn um stuðul til kappingarárið 2024 frá bóltfelagnum ROYN.
  4. Umsókn um stuðul frá Bygdarfelagnum á Rananum.
  5. Umsókn um sundurbýti millum matr. nr. 147f og 219c, Hvalba.
  6. Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 319, Hvalba.
  7. Tilboð uppá skelti/búmerki til Hvalbiar skúla.
  8. Innkomið tilboð uppá liðugtgerð av skrásetingum.
  9. Innkomið tilboð frá Sp/f Munin uppá víðkan av skrásetingarskipanum.
  10. Fíggjarætlan 2024 – 1. viðgerð.
  11. Ikki almenn mál.