Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Námsfrøðiligur stuðul til Dagstovnin Brosið

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.

Starvið er 30 – 35  tímar um vikuna til barn, ið gongur í vøggustovu. Sum stuðul kemur tú at hava tætt samstarv við starvsfólkini á stovuni og foreldrini. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Vit kunnu bjóða:

•  eitt spennandi og gevandi starv, har tú verður tætt knýtt/ur til eitt barn

•  eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og nýta tínar dygdir

•  at tú verður partur av góðum og dugnaligum starvsfólkum

•  at tú kemur at fáa vegleiðing og kemur at samstarva tvørfakligt

Vit vænta, at tú:

 •  kann hjálpa barninum í tess menning og stuðla í gerandisvirksemi

 •  tekur ábyrgd og kann skapa tryggleika fyri barnið

 •  hevur ein jaligan hugburð og dugir at síggja møguleikar

 •  kann samstarva tvørfakligt

 •  kanst leggja eina námsfrøðiliga ætlan eftir barnsins tørvi

 •  hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við prógvi, cv og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 9.november 2026  kl.12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo