VIT LEITA EFTIR FOSTURHEIMUM KRING ALT LANDIÐ
Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.