Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Tænastugjald á tóm býli

Hvalbiar Kommuna samtykti á fundi tann 12. desember 2025 at áseta tænastugjald á tóm býli sambært Løgtingslóg nr. 80 frá 2. mai 2025.

Við gildi frá 01.01.2026 verður gjaldið kr. 7.945 árliga, ið er hægst loyvda gjald fyri 2026.

Eftir ætlan verður gjaldið kravt inn 1 ferð um árið.

Hvalbiar Kommuna sendir rokning til eigarar av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.

Hvalbiar Kommuna