Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Føroyskur dansur í skúlanum í Nesi

This event has ended

Góđu tit øll

Leygardagin 4. oktober kl.16 til 17 savnast vit aftur í skúlanum í Nesi at dansa føroyskan dans. Vaksin og børn eru hjartaliga vælkomin.

Nú dansifelagið er virkiđ aftur, so fara vit at heita á øll tey vaksnu at gjalda 100 kr í limagjaldi. Persónar undir 18 ár gjalda ikki limagjald. Komandi limir skulu viðmerkja navn og “limagjald”, tá peningurin verđur goldin. Kontonummariđ er 6460-4816945.

Vit hava júst havt nevndarfund, har vit m.a. hava lagt eitt alment dansikvøld fyri vaksin í Ranhøll fríggjakvøldið 14. november. Vit ætla at byrja kl. 21.00 og enda á midnátt, vónandi koma nógv fólk úr allari oynni hetta kvøldiđ, so vit fáa eitt gott dansikvøld. Hetta frætta tit meira um.

Gleđa okkum at síggja børn og vaksin leygardagin 4.oktober.

Vinarliga nevndin.