Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Reingerðarfólk til Hvalbiar skúla

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum reingerðarfólki til Hvalbiar skúla at byrja 12. august 2026.

Starvið umfatar dagliga reingerð á skúlanum 3 tímar aftaná skúlatíð.

Vit sóknast eftir reingerðarfólki, sum er:

  • Nærlagt í sínum arbeiði.
  • Fyrikomandi.
  • Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.
  • Hava góðan røkjuskap.

Setanarviðurskifti:

Starvið er 15 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Janus Thomsen, borgarstjóra á tlf. 593336.

Umsókn:

Umsóknir saman við CV og møguligum viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. august 2026 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850  Hvalba  –  tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo