Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Hvalbiar skúli 50 ár

Leygardagin 23. september vóru liðin 50 ár, síðani Hvalbiar skúli lat upp.

Í hesum sambandi, var skipa fyri ymiskum fyri næmingarnar í skúlanum fríggjadagin 22. september.

Fari var busstúr til Akraberg har, vitja var á fuglasavinum og ein túr oman til fýrin.

Tá komi var aftur í skúlan var okkurt søtt at fáa og Hvalbiar kommuna hevur fingið Inga Poulsen at koma at spæla.

Ein huganligur dagur. Her eru nakrar myndir frá degnum